Stroppaskeið / G20 kranaskeið

Fyri at kunna mynstra við skipi, ið arbeiðir í oljuvinnuni krevst, at man hevur eitt stroppaskeið / G20 kranaskeið. Hetta er eitt krav hjá norskum myndugleikum.

Stroppaskeiðið hevur ikki verið útbjóðað í Føroyum áður, men um áhugið er fyri tí, kunnu vit skipa fyri skeiðnum nú. 

Stroppaskeiðið er eitt 24 tíma skeið og tekur tríggjar dagar. G20 kranaskeiðið tekur tveir dagar. Skeiðini kosta uml. 7500 kr., og tey skulu ikki endurnýggjast.

Um nóg stórur áhugi er fyri tí, verður eitt skeið eftir ætlan 6. september 2010. Pláss er fyri fimtan luttakarum.

Ert tú áhugað/-ur kanst tú ringja til okkara á tlf. 358531 ella 218534.

Team Beredskab